Góðir útbúgvingarmøguleikar eru í Fuglafjarðar kommunu. Í Fuglafjarðar skúla húsast 1. - 10. flokkur úr Fuglafirði og av Kambsdali umframt 8. - 10. flokkar úr Gøtu og Leirvík. Á Kambsdali er miðnámsskúladepil við Handils- og Studentaskúla og HF-skeiði. Tilsamans verða knappliga 1.000 børn og ung dagliga undirvíst av einum 110 lærarum í kommununi. Harumframt eru eisini fyritøkur, ið útbúgva fólk innan timbur- og metalfakini. |